Brúkarakunning
FK hugsar um vælveruna
Føroya Keypssamtøka er kend fyri tey mongu sløgini av vørum, ið so ella so lúka ávísar treytir fyri at vera heilsugóðar/heilsubetri og fyri at fara betri við umhvørvinum enn aðrar líknandi vørur. Her kunnu vit nevna tær mongu vistfrøðiligu vørurnar frá Urtekram, umframt vistfrøðiligu, heilsubetri og umhvørvisgóðu vørurnar frá Änglamark. Stórt úrval av hesum vørum verður sýnt fram á LIVA, og høvi verður at smakka og keypa tær vistfrøðiligu vørurnar frá Urtekram, eitt nú mandlur, Biotta frukt- og grøntdrykk, súreplakips, turkaðar aprikosur o.a.m. Harumframt verða vistfrøðilig frukt og grønmeti, sum fæst til keyps í handlunum hjá FK kring landið, at síggja á LIVA.
FK hevur í mong ár selt vistfrøðiligar matvørur frá Urtekram, og har er úrvalið vorðið meiri og meiri. Vørurnar frá Urtekram fevna um matvørur og reingerðarvørur. Nýliga er djóramatur eisini komin við á skránna hjá Urtekram. Í prísi liggja hesar vørur væl fyri, tó ikki millum tær bíligastu, men dygdin er alla tíðina í hásæti.
Afturat úrvalinum av Urtekramvørum er komið eitt stórt úrval av vørum frá Änglamark, sum er tað fyrrverandi Minirisk og Bluecare. Frá Änglamark fáa vit bæði matvørur, eitt nú mjøl, grýn, pasta, mússli, matolju, hunang og tomatir í blikkum, og reingerðarvørur, so sum sápu, sjampo, deodorant, kropslotion, hárspray, uppvask, sápu til klædnavask og skolievni. Eisini her er talan um meira dygd fyri pengarnar, umframt at hugsað hevur verið um umhvørvið, tá ið vørurnar verða framleiddar.
Ein stórur partur av vørunum hava Fair Trade merki. Hetta eru vørur, ið koma úr menningarlondum, og galdandi fyri Fair Trade er at hetta eru úrvaldar dygdarvørur, har framleiðarin er við í gjøgnum alla sølugongdina eisini, og at talan er um rættvísan handil.
Reingerðarvørurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu fara so væl um likam og umhvørvi, sum til ber. Eingi litevni og heldur eingi óneyðug innihaldsevni eru sett til hesar vørur. Tær eru tí við til at minka um møguleikarnar fyri ovurviðkvæmi.
FK er saman við hinum norðurlendsku samtøkufelagsskapunum farið undir eitt serstakt kunningar tiltak, sum hevur til endamáls at hjálpa fólki at finna tær «heilsubetri matvørurnar», sum tikið verður til í einum faldara, sum FK gevur út í sambandi við LIVA-tiltakið leygardagin 14. februar. Her snýr tað seg um at greiða frá føðsluinnihaldinum í vørunum, serliga tað, ið viðvíkur feitt-, sukur-, salt- og tægrainnihaldinum. Hesar vørur verða undir einum nevndar Lyklarholsvørur, og kunningartiltakið verður tí nevnt Lyklarholið. Sum ein umhvørvis- og heilsumedvitandi brúkari skalt tú hava tað lættari við at finna hesar vørur.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.