Brúkarakunning
Ovurviðkvæmi fyri gluten?
Tú kanst vera ovurviðkvæmur fyri ávísum evnum. Onkur er ovurviðkvæmur fyri mjólkarvørum, annar fyri ávísum vaskievnum og so framvegis.
Men summi eru ovurviðkvom fyri gluten. Hetta serliga tilbrigdið av ovurviðkvæmi eitur cøliaki, Cøliaki er ein kronisk sjúka í tarmunum, sum ger, at sjúklingurin ikki tolir gluten, tí gluten oyðileggur slímhinnurnar í tarmunum. Gluten er protein, sum finst í korni, mest í hveiti, men eisini í rug, bygg og havra.
Tað kann hava stórar trupulleikar við sær at vera viðkvæmur fyri gluten, tí gluten finst í rættiliga nógvum matvørum, so sum breyði, müsli, pasta, viðskera, køkum og lidnum verðum. Fólk, som ikki tola gluten og harvið heldur ikki hveiti, eru eisini ovurviðkvom fyri rugi, bygg og havra.
Onnur nøvn fyri hveiti og hveitiúrdrátt,
sum innihalda gluten
Hóast gluten er í eini vøru, stendur tað ikki altíð í vørulýsingini. Har kann í staðin standa:
- Couscous (verður framleitt úr hveiti)
- Durumhveiti (i mjøli og pasta)
- Hveitiprotein/hveitistívilsi
- Hydrolyserað vegetabilskt protein
- Malt (framleidd úr ega, spíraðum korni)
- Hveitigrýn (grýn úr harðari hveiti)
- Semulja (eitt slag av durumhveiti)
- Spelt (gamalt slag av hveiti)
- Urhveiti (gamalt slag av hveiti)
- Bulgur (hveitikorn)
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.