Brúkarakunning, Felagsskapurin, FK tíðindi, Kunning, Tíðindi, Umhvørvi
Søla av plantueitri hildin uppat í FK
Í sambandi við at Vatnsdagur ST var hátíðarhildin fyrr í ár, tók okkara samstarvspartnari Coop avgerð um at steðga allari sølu av lokeitri, sum á donskum gongur undir heitinum plantueitur.
22. mars er Heimsins Vatnsdagur, tá serligt fokus verður sett á at týdningin at fara væl við hesum lívsneyðuga náttúrutilfeingi, sum reint og feskt vatn er. Í Danmark snýr tað seg eina mest um at verja grunnvatnið ímóti teimum teimum eiturevnum, sum verða nýtt til at basa illgresi við. Tí er tað, at Coop í Danmark hevur tikið avgerð um steðga allari sølu av plantueitri. Hetta er eisini galdandi fyri Roundup og grasplenureins, sum m.a. amerikanska fyritøkan Monsanto framleiðir.
Monsanto er fyri heimsumfatandi atfinningum, tí felagið fer so víða í sínum royndum at tyngja vistfrøðina í náttúruni, bæði við eiturevnum og ílegubroytandi tøkni.
24. mai var altjóða mótmælistiltak ímóti hesi somu fyritøku, Monsanto. Í Føroyum varð ístaðin fyri mótmæli skipað fyri upplýsingartiltaki í Miðlahúsinum í Havn (haðan myndin er) um ávirkanina av eiturevnum og GMO í okkara mati. Fyriskipararnir høvdu kannað, hvørji eiturevni verða seld í Føroyum, og upplýst varð tá, at FK hevði beint fyri øllum eiturevnum við glyfosat frá Monsanto – hetta fekk lógvabrestirnar at runga fyri FK.
Føroya Keypssamtøka hevur tikið avgerð um at fylgja Coop og hevur tí tikið øll sløg av plantueitri av handilshillunum.
Síðan 2006 hevur verið arbeitt miðvíst í Coop við at sleppa av við øll sløg av plantueitri, sum hava verið at fingið í teimum ymisku Coop-handlunum í Danmark. Fyri fimm árum síðan varð bann sett ímóti at selja tey konsentreraðu plantueiturevnini, og fyri trimum árum síðan helt Coop uppat at keypa onnur sløg av eiturevni inn til handlarnar.
Í sambandi við tiltakið hjá Coop at steðga sølu av lokeitri í handlunum, hevur felagsskapurin fingið viðurkenning danska vatngeirafelagsskapinum DANVA, sum í skrivi til fjølmiðlarnar rósar Coop fyri at taka ábyrgd saman við felagsskapinum at fáa t.d. urtagarðseigarar at gevast við at dálka grundvatnið við plantueitri.
Coop ger vart við, at nógv góð og effektiv “grøn” urtagarðsráð eru, sum gera, at nýtsla av plantueitri er óneyðug.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.