FK tíðindi, Kunning
Foreldur og børn læra at matgera saman
Í heyst verður skipað fyri tveimum dagsskeiðum í matgerð fyri foreldur og børn. Tað er Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík, sum, saman við Føroya Keypssamtøku, skipar fyri skeiðunum.
– Vit hava merkt ein ávísan tørv á einum tílíkum matskeiði fyri foreldur og børn. Fleiri fyrispurningar hava verið, og nú vilja vit royna um veruligur áhugi er fyri slíkum skeiði, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya.
Kanska fleiri skeið seinni
Í fyrsta umfari er talan um tvey skeið, ið verða hildin leygardagarnar 29. september og 20. oktober. Verður undirtøkan góð og áhugi annars fyri skeiðum av hesum slag, er ætlanin at halda fram við fleiri skeiðum seinni.
Grundað á Matarvarðan
Umframt sjálva matgerðina fara skeiðini eisini at fevna um nakað av ástøði. Skeiðini verða grundaði á nýggja matarvarðan, sum FK læt gera og geva út saman við FDB á heysti 2011.
Læra góðar matarvanar
Skeið sum hesi hava stóran týdning fyri framtíðar matarvanarnar hjá børnunum. Í dag verður sum heild brúkt ov lítið av tíð til virksemi, har foreldur og børn kunnu samstarva um dagligar uppgávur, og tá er matgerð ein sjálvsagdur táttur. Hetta er lærdómur fyri lívið, bæði hjá foreldrunum og ikki minst børnunum.
Hvat fæst burtur úr rótum og grovum grønmeti?
Fyrstu skeiðini fara at snúgva seg um lutfalsliga einfaldar, men sera heilsugóðar matgerðarhættir. Farið verður m.a. í dýpdina við at finna fram teir ótroyttu møguleikar, sum eitt nú røtur, eplir og ymisk groft grønmeti hava at bjóða í sambandi við matgerð, bæði tá ið talan er um døgurðamat, baktur, suppur og tílíkt.
Gott fyri familjutrivnaðin
At skipa fyri skeiðum av hesum slag er ikki ókent aðrastaðni, eitt nú í Danmark, har skúlarnir hava ein virknan leiklut í sambandi við skeiðini. Skeiðini eru eitt gott høvi at lata foreldur og børn virka saman um at loysa dagligar og ítøkiligar uppgávur av grundleggjandi slag, sum eru av stórum týdningi fyri trivnaðin í familjuni.
Eitt foreldur og tvey børn
Skeiðini verða skipaði soleiðis, at fyri hvørt foreldur kunnu tvey børn í skúlaaldri verða teknaði. Luttøkugjaldið er 500 kr fyri hvørt foreldur og 100 kr. fyri hvørt barnið. Fyriskipararnir gera vart við, at talið av luttakarum er avmarkað. Tey, sum tekna seg fyrst til skeiðið eru tey, sum fyrst sleppa framat.
Heildagsskeið leygardagar
Skeiðini byrja kl. 9 á morgni og vara til umleið kl. 17. Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísing, undirvísingartilfar umframt matur. Freistin at tekna seg til skeiðið, ið verður 29. september er 21. september, og til skeiðið, sum verður 27. oktober er freistin 19. oktober.
Tekning hjá Húsarhaldsskúla Føroya
Tekningin fer fram á Húsarhaldsskúla Føroya, tel 456974 gerandisdagar millum kl. 9 og 15, har meira fæst at vita um skeiðini. Eisini ber til at melda til við at senda teldupost til til
hsf@olivant.fo, ella umvegis heimasíðuna: www.husarhaldsskulin.fo
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.